Myrkaskeið
Við gildi frá 1. apríl 2013, eru broytingar gjørdar í koyrikortkunngerðini um myrkakoyring og sýning í sambandi við koyrifrálæru. Staðfest er, at tey sum á fyrsta sinni taka koyrikort til bólk A (motorsúkklu) og/ella B (vanligan bil), skulu skjalprógva fyri Akstovuni at hava fingið frálæru í koyring í myrkri, umframt at frálæran í koyring í myrkri skal fevna um sýning.
Sambært læraravegleiðingini og lesiætlanini til bólk B, skal ástøðisfrálæran um koyring í myrkri og í lyktatendringartíðini annars, sbrt. pkt. 7.19, fremjast í frálærumótuli 19 (skúlatími 38 og 39).
Sambært læraravegleiðingini og lesiætlanini til bólk B, skal verkliga frálæran um koyring í myrkri og í lyktatendringartíðini annars og sýning fremjast í frálærumótuli 20 (skúlatími 40 og 41).
Í minsta lagi 1 verkligur skúlatími skal vera nýttur til sýning á útiøki við lítlari ella ongari ferðslu, har royndirnar hjá bæði fólki til gongu og koyrandi, verða sæddar í røttum samanhangi. Hesin parturin kann verða framdur við í mesta lagi 6 næmingum fyri hvønn koyrilærarara.
Í minsta lagi 1 verkligur skúlatími skal vera nýttur til sýning á vegi, í veruligum ferðsluumstøðum við næmingum sum ferðandi. Hesin parturin kann verða framdur við í mesta lagi 2 næmingum í sama skúlavogni.
Staðfest er, at frálæra í koyring í myrkri og sýning skal vera hildin í tíðarskeiðinum 15. september til 15. apríl. Í tíðarskeiðinum 16. apríl til 14. september, kann koyriroynd tó verða hildin og koyrikort verða útgivið við gildistíð til 31. desember sama ár, við tí treyt at frálæra í koyring í myrkri og sýning verður framd og koyrikortið endurnýggjað áðrenn 31. desember sama ár.
Akstovan kann í heilt serligum føri eftir skrivligari umbøn, um tað snýr seg um frálæru í koyring í myrkri og sýning í seinnu helvt av apríl ella fyrru helvt av september, víkja frá ásetingini um, at frálæra í koyring í myrkri og sýning skal vera hildin í tíðarskeiðinum 15. september til 15. apríl. Hetta merkir samstundis, at frálæra í koyring í myrkri ikki má vera framd í tíðarskeiðinum 16. apríl til 14. september.