Vetrarkoyring

ER BILURIN VETRARKLÁRUR?

Hálkan kemur oftani óvart á okkum. Knappliga ein morgun, tá tú skalt til arbeiðis, er svarthálka. Tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring á vetri og bíða ov leingi at fáa vetrardekkini á. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð.

Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Av tí at  summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.

Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl

Mynsturdýpd
Í Føroyum fylgja vit ES-krøvum um mynsturdýpd á dekkum. Mynsturdýpdin á dekkum skal sambært “detail forskrift for køretøjer” í minsta lagi vera 1,6 mm. Tó vilja fakfólk vera við, at summardekk í minsta lagi skulu hava 2 mm dýpd og vetrardekk 3 mm mynsturdýpd.

Ansið eftir hvørjum øðrum!
At enda ein áheitan til allar bilførarar at koyra varliga í vetrarferðsluni. Lat ferðina taka ta tíð, sum krevst og halt fjarstøðu frá bilinum frammanfyri. Koyr altíð eftir umstøðunum.

Vetrarfilmur 1 – Aftaná gravkúgv

Vetrarfilmur 2 – Fastur í kava

Vetrarfilmur 3 – Brekkur salting

 

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi