Uttanlands við bili

UTTANLANDS Í BILI

Túsundtals føroyingar fara á hvørjum ári av landinum at ferðast. Nógv hava egnan bil við sær og onnur leiga bil í útlandinum. Minst til at leggja túrin væl til rættis, áðrenn tú fert avstað. Langir teinar, ein ovfyltur bilur, ónøgd børn og ein troyttur bilførari kunnu gera biltúrin til eina sanna avbjóðing, tí er umráðandi at bæði bilur og bilførari eru væl fyri, tá tit fara avstað.

Tá tú ert í feriu, koyrir tú ofta á ókendum støðum og undir umstøðum, tú ikki ert von/vanur við. Ferðslan kann vera nógv, og mong atlit eru at taka. Ver rólig/ur og legg til rættis soleiðis, at tú altíð hevur stundir at halda hámarksferðina, at handfara møguligar  seinkingar og at halda steðg av og á. Umráðandi er at gáa eftir, at ein fulllastaður bilur hevur aðrar koyrieginleikar enn ein bilur uttan viðføri.

ÁÐRENN TIT FARA

Pakka bilin rætt

Lat ikki leysar lutir liggja inni í bilinum, tí tú kanst fáa teir sendandi í nakkan ella aðra staðni, um tú bráðsteðgar ella rennir á. Sjálvt smáir, leysir lutir kunnu elva til stóran skaða á fólkini í bilinum. Tá bilurin er fyltur við viðføri, skal meira luft í dekkini, um bilurin skal hava besta vegtakið.

 

Kanna bilin

Tá tú fert burtur at ferðast í egnum bili, er umráðandi at gera bilin kláran til langa biltúrin og møguliga øðrvísi umstøðurnar. Mælt verður til at sýna:

  • Bremsur og bremsuløg
  • Køliskipan og kølievni
  • Motorolju og oljufiltur
  • Dekk
  • Ljós og lyktir
  • Luftskiftisskipan (aircondition)

Eisini er tað eitt gott hugskot at vaska og tøma bilin, so hann er góður at vera í.

 

Útgerð

Tá koyrt verður uttanlands, skal havast í huga, at reglur eru um lógarkravda útgerð í bilinum, og reglurnar eru ymiskar, alt eftir hvar tú ert. Eitt krav, sum er í flestøllum londum, er, at fólk, sum fara úr bilinum ella av motorsúkkluni á motor- ella landavegi, skulu vera í endurskinsvesti. Tað kann gerast viðkomandi, um bilurin punkterar ella í sambandi við samanstoyt, tí er umráðandi at hava endurskinsvestin tætt hjá sær.

Koyrir tú í Europa, er skilagott at hava hesa útgerð tøka:

  • Endurskinsvest
  • Ávaringartríkant
  • Fyrstuhjálpartasku
  • Eyka sett av perum
  • Eldsløkkjara
  • Lummalykt

Les um kravda útgerð, ferðslureglur o.a. í ymsu europeisku londunum á fdm.dk (Forenede Danske Motorejere).

 

Løð fartelefonina

Syrg fyri, at fartelefonin altíð er lødd, tá tit koyra bil, tí neyðugt kann verða at senda boð eftir hjálp.

 

Undirhald til børnini

Minst til leiku, filmar, bøkur ella ljóðbøkur at halda børnini virkin við. Ljóðbøkur eru eitt gott hugskot. Tit kunnu lurta saman eftir teimum, ella kunnu børnini lurta í oyratelefonum, so friður er í bilinum.

 

Skjøl o.a.

Minst til at hava við tær øll viðkomandi skjøl til biltúrin. Kanna fyri einstaka landið, hvørji krøv eru galdandi. Tú skalt altíð minnast til:

  • Koyrikort
  • Upprunaliga skrásetingarskjalið hjá bilinum
  • FO-frámerki – góðkent frámerki skal vera aftan á bilum og húsvognum, tá teir eru uttanlands. Merkið fæst á Akstovuni
  • Reyða kortið (skrokktrygging)
  • Grøna kortið – er kravt í ávísum londum uttan fyri ES
  • Umhvørvismerki – eru kravd í ávísum týskum býum
  • Neyðtelefonnummar

Ymisk krøv kunnu vera um skjøl o.a. í ávísu londunum. T.d. eru umhvørvismerki kravd fyri at kunna koyra í ávísum týskum býum, og í Fraklandi er krav, at allir bilar hava ein alkoholtestara.

Set teg í samband við títt tryggingarfelag fyri at hoyra, hvørji skjøl tú skalt hava við tær til ávísa landið, tú skalt ferðast í.

PAKKA BILIN RÆTT

Leysir lutir eru vandamiklir

Allir tungir lutir í bilinum skulu spennast fastir ella leggjast í rúm og lummar í bilinum. Fá allar lutir niður á dúrkið í bilinum, so teir ikki elva til skaða á fólk við bráðstøðgi. Um bilurin bráðsteðgar ella samanstoytur er, kunnu leysir lutir vera vandamiklir. Ein hálvliturs sodavatnsfløska vigar t.d. 30 ferðir so nógv, tá hon flýgur gjøgnum luftina í einum samanstoyti. Fløskan vigar sostatt 15 kg og kann elva til stóran skaða á fólkini í bilinum.

 

Viðføri

Legg tyngst lutirnar niðast í viðførisrúminum og heilt inn móti miðjuni á bilinum, so bilurin gerst so støðugur (stabilur), sum til ber. Lættir lutir kunnu leggjast á viðførisberan á takinum ella í eina takboks. Tungt viðføri á takinum kann gera bilin óstøðugan.

 

Stationcar

Koyrir tú í stationcar, kanst tú brúka reimarnar í viðførisrúminum at spenna viðførið fast við. Set upp fyri millum viðførisrúm og ferðafólkarúm við t.d. einum rimaverki.

 

Tillaga koyringina

Ver varug/ur við, at bilurin er øðrvísi at koyra, tá hann er fult lastaður við viðføri. Koyr tí varligari enn tú plagar og halt frástøðu til bilarnar frammanfyri.

MEÐAN TIT KOYRA UTTANLANDS

Halt nógvar steðgir

Umráðandi er at halda steðg javnan, tá tú koyrir langar teinar. Sum tummilsreglu kanst tú siga, at tit steðga eina ferð fyri hvørjar tveir tímar. Far út úr bilinum, fá fríska luft og strekk tær beinini. Eru børn í bilinum, er gott hjá teimum at sleppa út at brenna eitt sindur av orku. Steðga á, áðrenn møðin vísir seg. Lat onkran annan koyra, fá tær ein kopp av kaffi ella hvíl teg eina løtu.

 

Gáloysni

Hugsavna teg um vegin og ferðsluna. Tá fólk ferðast í bili, koyra tey ofta ’skeivar’ tíðir á samdøgrinum og á vegum, tey ikki kenna. Tí krevst stórt uppmerksemi. Lat onnur lata upp vatnfløskur, posar o.a. fyri teg, so tú fært savnað teg um at koyra. Tú kanst eisini bíða, til tit steðga á. Skalt tú tosa í telefon, steðga bilinum, tá tað ber til.

 

Børn í bilinum

Syrg fyri at halda børnini virkin við leikum, filmi ella bókum. Eru tit tvey vaksin í bilinum, skal annað tykkara savna seg um at koyra, meðan hin kann taka sær av børnunum.

Gev børnunum frukt og vatn heldur enn góðgæti og sodavatn. Sukur hevur við sær, at tey verða meira virkin, og tað verður ófriðarligt í bilinum.

Lat børnini hyggja at filmi ella tak nakrar ljóðbøkur við. So kunnu tit øll lurta saman, ella børnini kunnu lurta við oyratelefonum.

 

Et og drekk sunt

Drekk ríkiligt av vatni og et frukt og grønmeti heldur enn góðgæti. Sunnar matvørur tryggja, at tú kennir teg væl leingi. Sodavatn og góðgæti virka bert stimbrandi eina lítla løtu.

 

Bilurin er tyngri enn vant

Hav í huga, at vektin á bilinum kann økjast við upp í 40 %, tá hann er fult lastaður. Tað hevur við sær, at bremsilongdin økist, og tað tekur longri tíð at steðga bilinum. Koyr varliga.

 

Fylg við veðurvánunum

Ver dagførd/ur um veðurvánir og støðuna á vegnum. Stórur munur kann vera á hita og avfalli í ymsum londum og landslutum.

 

Um óhappið hendir

Spyr títt tryggingarfelag, hvønn tú skalt venda tær til, um tú skuldi verið fyri ferðsluóhappi uttanlands.

MØÐI Á BILTÚRINUM

Tú eigur at vera væl hvíld/ur, tá tú fert at koyra. Hevur tú verið í gongd ein heilan dag, er umráðandi at tú hvílir teg, áðrenn tú fert avstað. Ofta verður koyrt leingi fyri at koma vegin fram skjótast til ber, men tað ávirkar trygdina, um tú koyrir, tá tú ert móð/ur. Gransking vísir, at um tú koyrir í samfeldar átta tímar, er vandin fyri óhappi dupult so stórur.

 

Eru tit fleiri, sum hava koyrikort, skiftist so um at koyra. Sambært Euro NCAP er møði ein viðvirkandi orsøk til 20 % av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Verður tú troytt/ur, koyr til síðis á tryggum staði og fá tær ein lúr í 15-20 min.

 

Vanlig tekin um møði

  • Eyguni kennast tung
  • Tú geispar
  • Tú minnist ikki, hvat er farið fram seinastu løtuna

 

Um tú ert troytt/ur

  • Steðga á einum steðgiplássi og hvíl teg í 15-20 min
  • Gakk ein túr og fá fríska luft
  • Drekk ein kopp av kaffi

 

Et sunt

Tak ríkiligt av vatni við til túrin. Eitt gott hugskot er at hava frukt og grønmeti við, sum tit kunnu eta, meðan tit eru ávegis, um blóðsukrið fellur.

10 FERÐSLURÁÐ UTTANLANDS

Eru tit uttanlands og ferðast við bili, eru støð og umstøður ofta fremmand. Kanska eru tit fleiri fólk í bilinum, ferðslan er nógv og nýggj atlit at taka. Niðanfyri eru 10 góð ráð til tykkum, sum fara uttanlands at ferðast við bili.

 

  1. Halt hámarksferðina – og frástøðuna til bilin frammanfyri. Koyrir tú skjótari, enn loyvt er, økist vandin fyri ferðsluvanlukku munandi og sannlíkindini fyri, at vanlukkan gerst álvarslig, økjast eisini. Bremsilongdin økist við 25 metrum, um tú koyrir 100 km/t heldur enn 80 km/t. Fyri at halda rætta frástøðu, er gott at minnast tummilsregluna, at telja: ”1001, 1002 og 1003” millum tín bil og bilin frammanfyri.
  2. Ver edrú/ur. Promillumarkið er ymiskt í ymsum landum. Summa staðni kanst tú drekka eitt glas av víni og vera røttu megin í lógini. Men tað kann vera skjótt at drekka meira enn ætlað, og vandin fyri ferðsluóhappi økist munandi við heilt lágari promillu.
  3. Nýt trygdarbeltið. Øll í bilinum skulu vera íbundin trygdarbelti. Børn skulu sita í bilstóli, sum hóskar til teirra vekt. Djór skulu eisini tryggjast í bilinum. Tryggast er at hava størri djór í sterk flutningsbúr, sum verður spent fast í viðførisrúminum. Smá djór kunnu setast á dúrkið í búri, sum stendur fram móti framsetrinum.
  4. Pakka skilagott. Ofta er bilurin fyltur við viðføri, tá vit ferðast uttanlands við bili. Koyrieginleikarnir hjá einum fulllastaðum bili broytast. Pakka tyngstu lutirnar niðast og so langt fram í viðførisrúminum, sum til ber. Bert lættir lutir kunnu fara í takboksina, í mesta lagi 50-75 kg.  Lat ikki leysar lutir liggja í ferðafólkarúminum í bilinum. Eitt myndatól, sum vigar 2 kg, fær eina megi samsvarandi 110 kg, um ein bilur bráðsteðgar við 70 km/t.
  5. Minst til trygdarvest og ávaringartríkant. Lat trygdarvest og ávaringartríkant vera lætt atkomulig. Skuldi tú verið árend/ur aftanífrá, soleiðis at viðførisrúmið er trupult at lata upp, hevur tú hesi við hondina. Hendir eitt óhapp á motor- ella landavegi, eigur tú at lata teg í vestin, um tú fert út úr bilinum – eisini ljósar summardagar.
  6. Hugsa um børnini. Til ber at fáa tablettir fyri bilverk, og kunnu hesar vera hentar at geva børnum í sambandi við longri biltúrar. Lat ikki børnini eta ov nógv søtt áðrenn biltúrin. Harðlig koyring við nógvari akselerasjón og bremsing elvir lættliga til vaml. Vandin fyri vanlukkum økist harumframt við slíkari koyring, og bilurin brúkar meira brennievni.
  7. Vatna bilføraran. Ov lítil væta kann hava við sær, at bilførarin gerst troyttur. Hav tí nóg mikið av vætu – helst vatni – til biltúrin. Kaffi og søtir drykkir javna ikki vætumissin. Et lættar máltíðir, so tú ikki verður lin/ur. Koyr ikki ov long strekki í senn og hvíl javnan.
  8. Kanna dekk og lufttrýst. Ov nógv ella ov lítið av luft í dekkunum avmarka vegtakið og trygdina. Lufttrýstið skal lagast eftir mátunum á dekkunum, ferðini og hvussu nógv bilurin er lastaður. Stór ferð og tung last krevja hægri lufttrýst enn býarkoyring við lítlari last. Slitin dekk økja vandan fyri ’aquaplanning’ í regni og á heitum asfalti.
  9. Avmarka fartelefonnýtsluna. Handhildin fartelefon er bannað hjá bilføraranum. Kanningar vísa tó, at sjálv samrøðan eisini tekur uppmerksemið burtur frá koyringini, eisini við handfríari útgerð. Avmarka tí samrøðurnar og brúka als ikki telefon, tá koyriumstøðurnar og ferðslan eru krevjandi.
  10. Neyðnummar. Lær teg neyðnummarið í landinum, tú koyrir í, so tú ert fyrireikað/ur, um óhappið skuldi hent.
Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi