Trygdarbelti
Trygdarbelti er týdningarmesta trygdarútgerðin í bilinum. Lógin ásetir, at øll eiga at vera íbundin trygdarbelti í bili. Trygdarbelti eigur at verða brúkt saman við stoytkodda og nakkaverju. Situr tú íbundin trygdarbelti í bili, minkar vandin fyri at doyggja ella fáa mein við uml. 50 %. Trygdarbelti er sostatt bæði einføld og munadygg trygdarútgerð í einum bili. Uttan mun til hvussu nógv hátøknilig útgerð er í nýggjum bilum, er framvegis týðandi at nýta trygdarbelti.
Lógin um trygdarbelti kom í 1986 í Føroyum. Síðan tá hava 56 fólk latið lív í ferðsluni, sum ikki hava sitið íbundin (mai 2015). Mett verður, at helvtin av teimum hevði verið á lívi í dag, høvdu tey brúkt trygdarbelti!
Filmur um trygdarbelti: Ránið – The Click Ránið – The Click
Á stuttum túri
Flestu ferðsluóhapp í Føroyum henda á kommunalu vegunum, tvs. á vegi, har tað í mesta lagi er loyvt at koyra 50 km/t. Trygdarbeltið ger størstan mun, tá ferðin er hóvlig. Trygdarbeltið kann hava avgerandi týdning fyri, um tú kemur óskalað/ur frá einum óhappi, ella tú fært álvarsligan løst. Tí er umráðandi altíð at spenna trygdarbeltið – eisini tá tú bert skalt ein stuttan túr.
Ferðafólk uttan trygdarbelti
Øll í bilinum eiga at nýta trygdarbelti. Situr eitt ferðafólk ikki íbundið, er tað vandamikið fyri øll í bilinum. Hendir ein samanstoytur, verður viðkomandi syft/ur runt í bilinum við stórari megi, og kann á henda hátt bæði løsta seg sjálva/n og onnur.
Vigar tú 75 kg. og situr óbundin í einum frontalum samanstoyti við 50 km/t., so rakar tú setrið framman fyri ella forrútin við eini megi, sum samsvarar við fleiri tons.
Virknaður hjá trygdarbelti móti álvarsligum løsti:
- Samanstoytur við 50 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 10 metrum
- Samanstoytur við 70 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 19 metrum
- Samanstoytur við 90 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 32 metrum