Spurningar til koyriroyndina

Biltøkni í samband við koyriroyndina

Koyriroyndin nærkast, og undir royndini er næmingurin bilførari fyri fyrstu ferð, og skal kannað um bilurin er í ansvarligum og lóligum standi.

Aðrenn royndina kann man blíva biðin um at kannað nøkur ting við bilinum, um tey eru í ordan, og tað skula tit duga uttanat. Vit gjøgnumganga tað saman í bilinum eisini.

MOTORUR OG ÙTSTOYT:

  • Motorurin skal verða reinur og tættur. (Má ikki leka olja ella brennievni)
  • Ùtstoyti skal sita fast og ikki larma óneyðuga illa.
  • Útstoyti skal verða forsýna við einum ljóðdempara.

SKROKKURIN

Skrokkurin skal verða uttan skarpar kantar.

 

DEKK:

  • Dekk, felga og hjulleiðir skula verða uttan skaða.
  • Dekkmynstri má ikki fara undir 1,6 mm. (3.0 mm fyri vetrar dekk)
  • Øll 4 hjólini skula verða av sama slag. ( T.d. summar dekk / vetrar dekk )
  • Luft trykki í dekkunum skal verða pumpa upp eftir hvat bil framleiðarin sigur. T.d. 2.2 bar framman og 2.4 bar aftan. (Mátitól finnast í Effo/Magn o.l.) (Rætt dekktrýst kann síggjast í instruktiónsbókini fyri bilin, ella í hurðakarminum hjá førarinum)
  • Vetrar dekk eru merkt við “M+S”, “MS”. M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”
  • Vetrar dekk er krav frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum.
  • Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 15. oktober. Píkadekk eru loyvd í tíðarskeiðnum: 16. okt. til 30. apríl.
  • Nøkur dekk er ætla at mala ein ávísan veg, og hava hesi dekkini ein píl við tekstinum “Rotation” á síðini á dekkinum sum vísir hvønn veg dekkið skal mala. Vit skula duga at síggja at dekki er rætt ásett, so tað fylgir pílinum.

 

STOYTDOYVARI:

Stoytdoyvarar, sum skula verða á øllum hjólum hava til uppgávu at steðga fjaringini so bilurin ikki blívur við at danda.(Max 2 ferðir) Stoytdoyvarar viðvirka til at fáa betur vegtak.

  1. Man kannar um stoytdoyvarinir riggar við at trýsta hart niður á bilin, omanfyri stoydoyvarin sum skal kannast.
  2. Bilurin skal standa stillur, tá man steðgar at trýsta niður á bilin.
  3. Hetta ger man við allar 4 stoytdoyvarinir.

 

STÝRISKIPAN:

  • Stýriskipanin skal kunna stýrast lætt, trygt og skjótt.
  • Stýriskipanin skal rætta upp av sær sjálvum, uttan misljóð.
  • Róðri skal kunna snarast frá síðu til síðu, uttan at tað kennist tungt, ójavnt ella ljóðar undarligt

RÒÐURSLØR:

  • Róðurslør er at hjólini ikki fylgja við tá man flytur uppá róðri.
  • Flestu bilar hava tannstongstýring, og tá skal einki slør verða.

EFTIRLIT VIÐ RÒÐURSLØR.

  1. Starta bilin.
  2. Rulla vindeyga niður, og stilla teg uttanfyri vindeyga.
  3. Flyt uppá róðri, og hygg eftur at hjólini fylgja við.

 

FLOYTA:

  • Floytan skal hava ein kláran og støðugan tóna, og bert nýtast til at fyribyrja vanda.

 

BREMSUR:

Fótbremsa:

  • Bremsuskipanin skal verða 2-streingja, og skal kunna bremsa bilin á tryggan, skjótan og virknan hátt.
  • Um tann eini strongurin í bremsuskipanini ikki riggar meira, má bilurin ikki koyra víðari.
  • Skal rigga uppá øll 4 hjólini.
  • Bremsuskipanin skal kunna bremsa bilin skjótt, sikkurt og verða virkin við øllum ferðum og vektum í bilinum.

 

Parkeringsbremsan(Hondbremsan):

  • Skal verða mekanisk og virka uppá minst 2 hjul.
  • Skal kunna halda bilinum á vegi við hallið. (18% hall)
  • Hondbremsan skal kunna standa uppspent.

Neyðbremsa:

  • Neyðbremsan kann verða tann eini strongurin í bremsuskipanini ella hondbremsan.
  • Neyðbremsan er til at steðga bilinum, um nú okkurt blívur galið við fótbremsuni.
  • Neyðbremsan skal kunna steðga bilinum á tryggan og virksaman hátt.

 

Kontrol af driftsbremsen: ( Fodbremsen )

  • Bremsupedalurin skal hava eina skriðsikra yvurflátu.
  • Bremsupedalurin skal sita fastur(Ikki flytast til síðurnar).
  • Bremsupedalurin má ikki fara longur niður enn 1/2.
  • Bremsupedalurin má ikki søkka niður, tá man heldur við jøvnum trýsti á pedalina.
  • Bremsupedalurin skal hava 1 cm frígongd.
  • Bremsuløgurin skal verða ímillum Min og Max merkini

 

Bremsuforsterkari(Vakumforsterkari):

  1. Pumpa bremsupedalina 6-8 ferðir við sløktum motori.
  2. Hald fótin niður á bremsupedalina.
  3. Starta motorin (Neyðugt at halda á koblingini eisini)
  4. Tá bilurin startar, skal bremsupedalurin fella nakað niður. (Ger hann tað, riggar bremsuforsterkarin)

 

LJÒS:

  • Ljósini framman skula verða hvít/gul, og aftan skula tey verða reyð.
  • Øll lyktapør skula verða líka.

 

Parkeringsljós:

  • Mongd : 2 Stk.
  • Skula ikki blenda
  • Síggjast frá 300 metar frástøðu.

Nærljós:

  • Mongd : 2 stk..
  • Skula ikki blenda.
  • Skula verða asymmetrisk til høgru.
  • Nærljósið skal fella 1 cm pr. metur.
  • Lýsa minst 30 metrar.

Kannað eftur at nærljósini fella 1% :

  1. Stilla teg frammanfyri bilin og legg ein fingur á ovara kant har ljósið lýsur á buksurnar.
  2. Gang so 1 metur burtur frá bilinum, og hygg so eftir um ljósið er follið 1 cm niður frá fingrinum.

 

Langljós:

  • Mongd : 2 stk.
  • Langljósini blenda.
  • Lýsa minst 100 metrar.

 

Bakljós:

  • Mongd : 2 stk.
  • Litur : Skula verða reyðar.
  • Skula ikki blenda.
  • Síggjast frá 300 metrar frástøðu.

 

Bremsuljós:

  • Mongd : 3 stk.
  • Litur : Skula verða reyðar.
  • Skula lýsa munandi sterkari enn bakljósini.
  • Máa ikki blenda.

 

Endurskyn:

  • Mongd : 2 stk.
  • Litur : Reytt (Endurskyn eru aftan á bilinum)
  • Máa ikki verða 3-kantaði.

 

Nummarplátu ljós:

  • Mongd : Minst 1 stk. (Flestu bilar hava 2)
  • Litur : Skal lýsa hvítt
  • Skalt kunna lesa tekstin á nummarplátuni frá 20 metrar frástøðu.

 

Blinkuljós:

  • Mongd : 6 stk.
  • Litur : Appelsin gult.
  • Skula síggjast týðuliga í sterkum sólarljósið.
  • Skula blinka 60-120 ferðir pr. minutt.

 

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi