Samankopling av akførum

Bilur, motorsúkkla og skrásetingarskyldugur traktorur kunnu ikki verða samankoplaði við skrásetingarskyldugt viðfest akfar, fyrr enn íkoplingarútbúnaðurin er góðkendur og skrásettur hjá Akstovuni.
Sambært ásetingum í ferðslulógini og skrásetingarkunngerðini, hevur eigarin (nýtarin) skyldu til at boða Akstovuni frá, áðrenn ísettur íkoplingarútbúnaður verður tikin í nýtslu.

 

Ávísar samansetingar

Bilur ella skrásetingarskyldugur traktorur, ið skal nýtast í sambandi við ávíst viðfest akfar (føst samanseting) ella fleiri ávís viðfest akfør (skiftandi samanseting), skal skoðast og góðkennast saman við viðfestu akførunum. Hereftir verða akførini boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.
Motorsúkkla, ið skal nýtast í sambandi við ein ella fleiri síðuvognar og/ella viðfestisakfør, skal saman við síðuvogninum (-vognunum)/viðfestisakfarinum (-førunum) skoðast og góðkennast. Hereftir verður motorsúkklan boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.

 

Óskoðað samankopling

Lastbilur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling við leguvognar, ella leguvognur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling, skal verða skoðaður og góðkendur til tað, og lastbilurin ella leguvognurin síðan boðaður til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.
Persónbilur, vørubilur, viðfestur vognur, húsvognur ella annað skrásetingarskyldugt viðfest amboð, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling, skal góðkennast til tað og síðan boðast til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.
Koplingarváttan

Koplingarváttan verður skrivað:

  1. tá ið motorsúkkla verður góðkend til samankoplingar við síðuvogn og/ella viðfestisakfar.
  2. tá ið dragandi akfar verður góðkent til samankoplingar við fleiri ávís viðfest akfør,
  3. tá ið dragandi akfar í serligum førum verður góðkent til samankoplingar við ikki ásett tal av eins viðfestum akførum,
  4. tá ið lastbilur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við føroyskar og útlendskar leguvognar,
  5. tá ið leguvognur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við lastbilar,
  6. tá ið persónbilur ella vørubilur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við viðfestan vogn, húsvogn ella annað skrásetingarskyldugt viðfest amboð.

 

Bilførarin skal hava koplingarváttanina, ljósprent ella váttað avrit av henni uppi á sær, meðan hann koyrir akfarið.

Koplingartilskilan

Í sambandi við góðkenning av akfari til koyring við íkoplaðum (dragandi) akfari skal Akstovan eftir áheitan skriva koplingartilskilan við upplýsingum frá fráboðaranum sum grundarlag. Í hesi tilskilan skulu vera upplýsingar um slag av akfari og íkoplingarútbúnað. Í tilskilanini skulu vera upplýsingar, sum vísa, um akfarið uttan skoðan kann góðkennast til koyring við ávísum øðrum íkoplaðum (dragandi) akførum.

Váttan um íseting av íkoplingarútbúnaði

 

Akstovan kann útskriva koplingarváttan í samb. við óskoðaða samankopling av akførum, grundað á eina váttan um íseting av íkoplingaríbúnaði.
Treytin fyri hesum er, at ísetingin av útgerðini verður gjørd, og váttað, av einum MVG-skrásettum bilaverkstaði, bilasølu ella sølufyritøku fyri viðfestisakfør.
Eisini er tað ein treyt at ísetingin verður framd í mesta lagi 8 ár eftir fyrsta skrásetingardag hjá bilinum, og at gjald fyri koplingarváttan er goldið.
Um bilurin er 8 ár ella eldri, skal ásetti íkoplingarútbúnaðurin skoðast og góðkennast hjá Akstovuni. Neyðugt er tá at biðja sær tíð til skoðan.

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi