Landavegs koyring ein mikumorgun

So hava vit báðir Bergur og Karl aftur í dag koyrt landavegskoyring. Tað kann sýnast órógvandi fyri aðrar bilførarar, at tveir skúlavognar yvirhála hvønn annan. Men sannleikin er, at lógin fyri koyrifrálæruna krevur, at næmingar í 4×45 min. læra at yvirhála aðrar bilar. Næmingarnir skulu læra, at mest loyvda ferðin uttanfyri bygd økið er 80 km/t og mest loyvda ferðin í bygdum økið er 50 km/t. Og hesar ferð-avmarkingar eru eisini galdandi, tá yvirhálað verður.
Yvirháling kann verða vandamikil. So kanska skuldi tú umhugsað, um tú á strekkinum Klaksvík-Tórshavn ynskir at økja ferðina við 10 km/t, tá tú bert sparir 5 min.
Nei, far heldur 5 min. fyrr heimanífrá, so ferðslan gerst tryggari.

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi