Koyritekniskt breyt í Tórshavnar kommunu

Í august 2009 setti Annika Olsen, landsstýriskvinna, ein arbeiðsbólk, sum fekk til uppgávu at kanna
møguleikarnar at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin kemur í tilmæli sínum fram til, at stig verða tikin til, at gera eitt koyritekniskt øki
við grulvigarði og koyritekniskari breyt í Føroyum. Mælt verður til, at hetta verður gjørt sum ein
ferðslutrygdardepil, har avgerandi dentur verður lagdur á hugburðsskapandi og hugburðsbroytandi
ferðslufrálæru. Fyribyrgjandi arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, kann vera ein náttúrligur
partur av ferðslutrygdardeplinum.

Tað er trupult at gera eina kostnaðar- og nyttumeting av íløguni, men samanborið við árliga
meðalkostnaðin av ferðsluvanlukkum í Føroyum, sum t.d. í 2001 var 193 mió kr., so hevði sjálvt ein
lítil minking í talinum av álvarsliga skaddum og deyðum í ferðsluni, orsaka av betraðari
ferðslufrálæru á koyritekniska økinum og broyttum hugburði, samanborið við íløguna á umleið 35
mió kr., havt spart seg inn aftur, eftir lutfalsliga stutta tíð.

Í 2007 kom út ein Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar frá 2008 til 20153
. Í tilmæli # 25 um
Venjingarbreyt, verður mælt til, at venjingarbreyt (koyritekniskt anlegg) við hálkubreyt verður
gjørd og serliga avbyrgd øki til byrjanarundirvísing í koyring verða fingin til vega kring landið. Í
grundgevingunum til tilmælið verður í stóran mun lagdur dentur á handfaringina av akfarinum í
ymsum vandamiklum støðum.

Girt venjingarøki
Fyri motorsúkklu og persónbil er kravið 4 skúlatímar á girdum venjingarøki fyri hvørja roynd. Hetta
gevur samanlagt 3.928 skúlatímar á girdum venjingarøki. Um roknað verður við einum tímaprísi á
kr. 350,00 um tíman, gevur hetta eina metta inntøku á umleið 1,5 mió kr.

Góðkendur koyrilærari er instruktørur við í mesta lagi 3 koyrinæmingum á girdum venjingarøki
samstundis.

Koyriteknisk breyt
Á koyritekniskari breyt við hálkubreyt er kravið, at allir koyrikortsbólkar skulu enda koyrifrálæruna
á breytini. Fyri motorsúkklu er kravið 5 tímar, meðan tað fyri hinar bólkarnar er 4 tímar fyri hvørja
roynd. Hetta gevur samanlagt 4.540 skúlatímar á koyritekniskari breyt. Um roknað verður við
einum tímaprísi á kr. 400,00 í meðal um tíman, gevur hetta eina metta inntøku á umleið 2,0 mió kr.,
íroknað instruktørar, sum koyritekniska breytin ræður yvir.

Tórshavnar Kommuna vísti á økið á Bøllureyni beint omanfyri Brandstøðina, har slætt er og
rættiliga veðurgott eisini. Onnur øki vóru eisini nevnd, so sum Kleynisvarði og dalurin millum
Velbastað og Syðradal. Tað er okkara meting, at økið við Kleynisvarða ikki er serliga væl egnað,
við tað at tað liggur ov høgt í lendinum og er allarhelst ov nógv ávirkað av veðri og mjørka. Út frá
einum líkskaparsjónarmiði metir bólkurin at økið millum Velbastað og Syðradal, liggur ov avsíðis í
mun til útjaðaran.
Tórshavnar kommuna vísti á, at grótbrotið á Glyvursnesi, ið hevur verið nevnt sum eitt væl egnað
øki, skuldi nýtast sum tyrvingarpláss hjá Tórshavnar kommunu næstu 100 árini, og tí ikki kundi
koma upp á tal sum eitt møguligt økið.

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi