Koyrikort til bólk B

Bólkur B (vanligur bilur) gevur rætt til at koyra:

  • Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
  • Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
  • Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
  • Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbr. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.
  • Trýhjólaða motorsúkklu.
  • Traktor/motoramboð.
  • Motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3 og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð, sum í mesta lagi er 45 km/t.
  • Lendisakfar

Persónur skal hava fylt 18 ár fyri at fáa koyrikort, men venjingarakstur kann í fyrsta lagi fara fram 3 mánaðir áðrenn viðkomandi er 18 ár. Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Væltroffin passmynd. ( hattleys)
  • Fyrstuhjálparprógv
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 550,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-
Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi