Halkubreyt

Tað hevur leingi verið víst á tørvin á eini venjingarbreyt í Føroyum, har bilførarar í tryggum
umhvørvi hava møguleika at royna síni evni í ymsum vandamiklum støðum, eitt nú at snara
undan eini forðing í høgari ferð, ella gera eina harða uppbremsing. Tað er ikki tilráðiligt, at
óroyndir bilførarar verða bidnir um at gera slíkar venjingar á alfaravegi. Tað er eisini ein
sannroynd, at hálka er vanlig kring allar Føroyar ein stóran part av árinum, tí eiga allir bilførarar
at royna seg í hálum føri, áðrenn tey fáa koyrikort útskrivað.

Í 1992 prosjekteraði LBF eina koyritekniska breyt í Havnardali, og sum á fleiri økjum lýkur núverandi donsku krøvini. Sniðið skal justerast, og harafturat skal gerast eitt girt venjingarøki.
Ásetingin av kostnaðarmetingini fyri koyritekniska økið er gjørd við støði í hesi verkætlan.
Anleggskostnaðurin fyri eitt girt venjingarøki á 100 m x 50 m er 4,3 mió. kr.
Anleggskostnaðurin fyri eina koyritekniska breyt á 400 m x 150 m, og sum kann nýtast sum liður í frálæru í øllum flokkum av koyrikortum, er umlið 21,8 mió. kr.
Keyp av lendi er eisini treytað av staðsetingini. Stórur munur er á jarðarprísinum í teimum ymisku
økjunum. Sløtt økir í láglendi hava vanliga eisini landbúnaðarligan áhuga og hava tí stórt virði.
At keypa jørð í miðøkinum kostar alt frá 45 kr./m2 til 137 kr./m2
(ella meira, um lendið er serliga
gott). Tvs. at omanfyri nevnda økið á 5.000 m2 girt venjingarøkið og uml. 60.000 m2
koyriteknisk breyt fer at kosta millum 2,9 og 8,9 mió. kr. Við hesum í huga eigur økið at verða skipað soleiðis, at tað verður gagnnýtt best møguligt.
Tað merkir, at roknast kann við, at eitt øki, sum lýkur oman fyri nevndu krøv og sum er lagt í miðøkinum, fer at kosta millum 29,0 og 35,0 mió. kr.
Harafturat kemur møgulig eykaútgerð, so sum pop-up keylur, samskiftisútgerð og bilar til venjing.
Støddin og innrættingin av tilhoyrandi útgerð kann eisini skifta. Omanfyri nevnda kostnaðarmeting er roknað við einum óinrættaðum skrivstovubygningi uppá 100 m2.

Tórshavnar Kommuna vísti á økið á Bøllureyni beint omanfyri Brandstøðina, har slætt er og rættiliga veðurgott eisini. Onnur øki vóru eisini nevnd, so sum Kleynisvarði og dalurin millum Velbastað og Syðradal. Tað er okkara meting, at økið við Kleynisvarða ikki er serliga væl egnað, við tað at tað liggur ov høgt í lendinum og er allarhelst ov nógv ávirkað av veðri og mjørka. Út frá einum líkskaparsjónarmiði metir bólkurin at økið millum Velbastað og Syðradal, liggur ov avsíðis í mun til útjaðaran.

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi