Feilur í ljósregulering

Tann 31. Oktober 2019 skrivaði Tórshavnar kommuna fylgjandi á facebook vangan hjá kommununi:

Nú rigga ferðsluljósini sum tey skulu.

Nú lýsir grøni pílur í høgrasvingsbreytini við ferðsluljósini við Hvítanesvegin/Ringvegin. Nú er t.d. nógv skjótari at koma ígjøgnum, tá ein kemur frá Ringvegnum og skal til høgru eftir Hvítanesvegnum.

MEN soleiðis var ikki.

Sama dag sum hettar uppslag kom á facebook, skrivaði eg eina viðmerking til hettar uppslag um, at høgravings pílurin frá Yvri við strond sløknaði í 2-3 sekund tá reytt ljós kom beint fram. ( vinstrasvings pílurin eigur at verða tendraður allatíðina, uttan tá mótkoyrandi hava grønan vinstrasvings píl).

Svarið man fekk var at arbeitt verður við at rætta brekið.

Nú skriva vit 3. December, og brekið er ikki rætta enn.

Eg havi fleiri fer heitt á Tórshavnar kommunu, um at onkur koyrilærari eigur at verða í ferðslunevndini hjá Tórshavnar Kommunu. Baði skrivligt og munnligt. Men eisini her kemur einki svar.

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi