Bestu hagtøl síðan 1965

Ein deyður í ferðsluni í Føroyum uppá tvey fylgjandi ár. Hettar er ikki hent síðan árini 1964-1965.

Í Dimmalætting frá 2. februar 2018 sigur Georg L. Petersen, sum starvaðist á Akstovuni, at talið av akførum er meira enn tvífaldað seinastu tjúgu árini.

Og tá talið av akførum veksur so skjótt, so mugu vit støðugt arbeiða fram ímóti, at ferðslan á vegunum gerst so trygg sum gjørligt. 

Null-hugsjónin, sum løgtingið samtykti um, at ongin skuldi doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni, er enn galdandi. Men hóast hesa hugsjón, so doyggja menniskju enn í ferðsluni. Tó skal sigast, at hóast talið av akførum er umleið 35000 túsund í dag í mun aleið 500 bilar í 1965, so doyði bert 1 persónir í ferðsluni í 1965 og 1 persónur doyði í 2019. So støðan er heilt hampulig.

Tá sjeytiárin komu, broyttist samfelagið nógv. Samferðslukervið varð útbygt við nýggjum vegum og tunlum, fólk fingu fleiri pengar um hendi, og bilatalið øktist. Hámarksferðin varð hækkað úr 60 upp í 80 km/t í óbygdum øki og upp í 50 km/t í bygdum øki.

Men vit mugu allatíðina royna at styrkja ferðslutrygdina enn meira á vegunum. 

Og hvussu gera vit so tað?

Sum nú er, so roynir Landsverk, løgreglan og Ráðið fyri ferðslutrygd at gera eitt megnar arbeiði fyri at bøta um ferðslutrygdina. 

Og vit koyriskúlalærarar hava eina sera stóra ábyrgd, tá vit bjóða okkum fram at undirvísa komandi bilførarum. Okkara undirvísing eigur at leggja dent á at læra næmingarnar um, hvussu vit fyribyrgja trupulleikum og vandum í ferðsluni.

M.a. eiga vit at prenta inn i næmingarnar altíð at yvirhalda ferðsulslógina, sum m.a. sigur 

  • nýt trygdarbeltið og minst til, at djór eisini skulu verða tryggjað, tá tey eru í bili. 
  • ikki tosa í handhildnari fartelefon og ikki innstilla GPS-útgerð o.a.
  • ikki eta/drekka, roykja ella leita eftir mistum lutum
  • ikki lata børn ella onnur órógva teg, meðan tú koyrir 
  • brót ikki hámarksferðina
  • tak tekin um møði í størsta álvara. Um tú følir teg troyttan, so steðga bilinum á tryggum staði og fá tær ein blund á 15-30 minuttir, áðrenn tú koyrir víðari.
  • Kanna veðurforsøgnina og koyrilíkindini og lat bilin vera skøddan eftir umstøðunum. Tryggja tær, at viskarar og ísskavari eru góðir og hav nóg mikið av sprinklaraløgi í bilinum. Brúka sólbrillur, tá sólin stendur lágt, so tú ikki verður blendað/ur.

Og so eiga vit at skapa eina hugburðsbroyting millum allar føroyingar, so øll føla ábyrgd av, at menniskju ikki doyggja í ferðsluni.

 

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi