Barnastólar í bili

Øll børn upp til 135 cm skulu sambært lóg verða íbundin góðkenda trygdarútgerð í bilinum. Útgerðin skal hóska til aldur og vekt hjá barninum:

 

PINKUSTÓLUR – 0-13 KG (0-1 ÁR)

Bakvendur pinkustólur er tryggasta loysnin. Við bakvendum pinkustóli minkar vandin munandi fyri skaða á háls og nakka á barninum, um bilurin er fyri frontalum samanstoyti.

 

Stødd og vekt

Pinkustólur kann brúkast, frá barnið er nýføtt. Les nýtsluvegleiðingina gjølla fyri at tryggja tær, at bæði barn og pinkustólur eru rætt spent. Barnið er vaksið úr pinkustólinum, tá høvdið kemur upp um kantin á stólinum, ella tá barnið vigar meira enn hámarkið, sum er merkt á stólinum. Hetta er vanliga, tá barnið er millum 8 og 13 mánaðir.

 

Isofix

Pinkustólurin kann spennast fastur við isofix-festi ella við trygdarbeltinum. Hevur bilurin isofix-festi, verður mælt til at nýta isofix-pinkustól, tí vandin fyri skeivari ísetan er minni.

 

Boxetta ella lyftnet

Tvær aðrar góðkendar loysnir eru til at flyta pinkubørn í bili: Boxettan er eitt slag av pinkubarnalyft við beltum, og lyftnet er til at spenna lyftina fasta. Hvørgin teirra er eins trygg og pinkustólurin, m.a. tí at barnið liggur tvørt av ferðslukósini. Tí verður mælt til einans at nýta hesar loysnir til børn við serligum tørvi, sum ger, at tey ikki kunnu nýta pinkustól. T.d. børn, sum eru fødd ov tíðliga. Tosa við læknan ella heilsusystrina, um tú ivast.

 

Stoytkoddin* skal vera óvirkin

Set ongantíð pinkubørn framman fyri ein virknan stoytkodda. Tað er ólógligt og kann vera lívshættisligt.

 

Tilráðingar

Keyp bert góðkenda útgerð og vel ein handil, har tú fært serkøna ráðgeving. Tak barn og bil við, so handilsfólkið kann vísa tær, hvussu útgerðin skal nýtast.

Vaksin skulu sjálvsagt eisini altíð sita íbundin.

BARNASTÓLUR – 9-18 KG (9 MÐR.-4 ÁR)

Tá ið barnið er vorðið ov stórt til pinkustólin, skal tað brúka barnastól. Barnastólar eru at fáa framvendir og bakvendir.

 

Framvendur ella bakvendur

Mælt verður til at brúka bakvendan barnastól, so leingi sum til ber, og helst til barnið er 3-4 ár. Bakvendur barnastólur er tryggari, tí barnið situr við bakinum frameftir. Vandin fyri skaða á háls og nakka minkar munandi við bakvendum barnastóli, um bilurin er fyri frontalum samanstoyti. Ein bakvendur barnastólur krevur eitt sindur meira pláss enn ein framvendur, men tað ber til í flestøllum bilum.

 

Isofix

Barnastólurin kann spennast fastur við isofix-festi ella við trygdarbeltinum. Hevur bilurin isofix-festi, verður mælt til at nýta isofix-barnastól, tí vandin fyri skeivari ísetan er minni.

 

Stoytkoddi *

Tað er bannað at hava eitt barn í bakvendum bilstóli framman fyri ein virknan stoytkodda. Situr barnið í framvendum barnastóli, verður mælt frá stoytkodda.

 

Tilráðingar

Kanningar í grannalondum okkara vísa, at í meira enn triðja hvørjum føri er annaðhvørt bilstólur skeivt festur ella barnið skeivt íbundið, tí er sera týdningarmikið altíð at lesa nýtsluleiðbeiningina til bilstólin. Allir bilstólar kunnu ikki nýtast í øllum bilum, og bilstólarnir eru ofta bert góðkendir til ávís pláss í bilinum. Tí er sera umráðandi at tryggja sær, at bilstólur og bilur hóska saman.

 

BILPÚTA VIÐ STÓLABAKI – 15-36 KG (ÚR 4 ÁRUM)

Í 3-4 ára aldri eru børn flest vaksin úr barnastólinum, og tá er tíð at skifta til bilpútu við stólabaki. Bilpútan er ein hørð púta, sum lyftir barnið upp, soleiðis at trygdarbeltið liggur rætt um herðarnar og um mjadnarnar. Stólabakið verjir høvdið á barninum sum ein nakkastuðul og stuðlar høvdinum væl, um barnið sovnar. Stólabakið gevur harumframt síðuvernd.

 

Brúka bilpútu við stólabaki, til barnið er í minsta lagi 135 cm. Tá hevur barnið loyvi at nýta vanligt trygdarbelti, men mælt verður til at halda fram at nýta bilpútu, til barnið er 150 cm høgt ella vigar 36 kg, um barnið situr betur á bilpútu enn uttan.

 

 

Bilpúta bert í trípunktsbelti

Bilpúta kann bert nýtast á setri við vanligum trygdarbelti (trípunktsbelti). Tað er ólógligt at nýta bilpútu saman við mjadnabelti (tveypunktsbelti).

 

Bilpútur eru eisini at fáa við isofix-festi. Hevur bilurin isofix-festi, verður mælt til at nýta eina isofix-bilpútu.

 

Tilráðingar

Trygdarbeltið skal vera stramt og liggja gjøgnum beltistýrið við økslina og undir smáu ørmunum á bilpútuni, sum halda trygdarbeltinum niður móti mjadnunum. Liggur trygdarbeltið tvørtur um búkin, er vandi fyri álvarsligum skaða á gøgn.

 

BØRN YVIR 135 CM

Tá barnið er 135 cm, hevur tað loyvi at nýta vanligt trygdarbelti, men mælt verður til at halda fram at nýta bilpútu við stólabaki, til barnið er 150 cm høgt ella vigar 36 kg, um barnið situr betri á bilpútu enn uttan. Skift bara til bilpútu uttan stólabak, um barnið er ov høgt til stólabakið, t.e., um høvdið fer upp um kantin.

 

Børn á framsetrinum

Einki lógarásett aldursmark er fyri, nær børn kunnu sita á framsetrinum, men Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at børn eru í minsta lagi 140 cm og kunnu nýta vanligt trygdarbelti fyri at sita á framsetrinum við ein virknan stoytkodda. Viðmælt verður at draga stólin heilt aftur, so frástøðan til stoytkoddan er sum longst.

 

Tilráðing

Lat ongantíð barnið smoyggja skákbeltið undir armin ella aftur um bak. Tað kann vera lívshættisligt í samanstoyti.

Tilmelding til koyrikort
Fyll út niðanfyri standandi