Hettar er eitt skriv til allar nýggjar næmingar

Tú hevur valt at melda teg til hjá koyr.fo, og tað eru vit takksamir fyri. Hettar er eitt kunningar skriv í samband við at tú skalt byrja innan stutta tíð.

Koyr.fo Tórshavn:

Koyrilærari : Bergur Joensen tel. 261726

Samband við Bergur via. Facebook

Teori er týsdag og hósdag kl 17.

Møtistað : Loftinum hjá Auto Taxi

Koyr.fo Eysturoy:

Koyrilærari : Karl Rasmussen Tel. 225225

Samband við Karl via. Facebook 

Teori er manadag og hósdag kl 16.

Møtistað : Skúlin við Løkin (skúlastova D1)

Tú skalt hava fylgjandi skjøl við til teori sum skjótast:

GG! Vigtigast av øllum at býleggja tíð til læknaváttan.

1. Umsókn um koyrikort (Fart tú útlevera fyrsta kvøldið til teori)

2. Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)

Býlegg tíð beinan vegin.

Tak passmyndina við til kommunu læknan.

3. Dóps- ella navnabræv. (kopi av passi er eisini gott nokk)

4. Væltroffin passmynd. ( hattleys)

Tak passmyndina við til læknan.

5. Fyrstuhjálparprógv (Skipa verður fyri fyrstuhjálparskeið í samband við teoriskeiði)

6. Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd og útgávu av koyrikorti kr. 800,-

Eisini skula tit venja roynd nr. 1 inniá www.beståteori.dk til fyrsta kvøldið.

Um tit klára 0 feilir í roynd 1 aðrenn tit byrja, eru tit væl koyrandi frá fyrsta degi 🙂

Tú hevur melda teg til at taka koyrikort til bólk B

Bólkur B (vanligur bilur) gevur rætt til at koyra:

  • Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
  • Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
  • Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
  • Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbr. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.
  • Trýhjólaða motorsúkklu.
  • Traktor/motoramboð.
  • Motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3 og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð, sum í mesta lagi er 45 km/t.
  • Lendisakfar