Ger teg kláran til ástøðisroyndina.

Góð ráđ áðrenn ástøðis royndina.

Tosa ikki við nógv fólk um teoriroyndina, tí so kanst tú føla óneyðugt ”press” undir royndini.

Bílegg helst teoriroynd um morgunin, so tankarnir í bíðitíðini til royndina ikki órógva teg ov leingi.

Ven allar teoriroyndirnar á netinum, so tú ongar villur hevur. Tá er møguleiki fyri, at tú til royndina kennir støðurnar aftur og svarar rætt.

Møguleikin fyri rætt svar er 80 %, um tú heldur teg til tað fyrsta svarið, tú hugsaði um. Broyt bert svarið, um tú er heilt vísur í, at tú við at broyta fært rætt svar.

Et/drekk sum vannligt royndardagin(ikki alkohol).

Hugsa ikki ov leingi um eina ávísa mynd, tí hetta kann taka fokus vekk frá restini av royndini. Gev eitt svar og far víðari til næstu mynd.

Tú kanst gera 5 mynda-villur. Fleiri villur í somu mynd telja sum ein villa, men 20 av 25 myndum skulu vera rættar.

Svara øllum spurningum, tí ósvaraðir spurningar geva einki,; men svarar tú ja ella nei, so er møguleikin 50% fyri at svara rætt.

Endamálið við teori-royndini í Akstovuni er at kanna, um tú hevur neyðugu vitanina um ferðslureglar og klárar at handla rætt í ymiskum ferðslustøðum.

Ver ansin
• Tú skalt ansa eftir øllum í umhvørvinum, men tú kanst bert umhugsa 2-3 ting ísenn.
• Ver sera ansin um okkurt er frammanfyri ella aftanfyri akfarið, sum kann ávirka tína koyring nú ella um nøkur sekundir.
• Ver sera ansin um viðurskiftir tætt við akfarið(t.d. børn á vegnum), og hugsa minni um viðurskiftir longri frammi, sum ikki hava ávirkan her og nú.

Ferðavmarkingar
• Í tætt bygdum umráði: 50 km/t
• Uttanfyri tætt bygd umráði: 80 km/t
• Á motorvegi: 130 km/t
• Á motorferðsluvegi: 80 km/t

Hægst loyvda ferð
• Bussur: 80 km/t
• Lastbilur: 80 km/t
• Bilur við anhangara: 80 km/t
• Traktorur: 30 km/t
• Tá tú sleipar annað akfar: 30 km/t

Tillaga ferðina, so tú kanst seta ferðina niður ella steðga akfarinum,
• tá tú kemur til veg-kross við vánaligum útsýni/ella tá okkurt annað yvamál er
• tá tú kemur til sving, har vánaligt útsýnið er
• tá tú kemur til fótgangarateig, har vánaligt útsýnið er
• tá tú kemur til bakkatopp, har vánaligt útsýnið er
• tá vandi er fyri at mótkoyrandi akfør kunnu blenda teg
• tá tú møtir mótkoyrandi akfari á smølum vegi
• tá vegurin er vátur og hálur
• tá tú nærkast bussi, har fólk fara úr
• tá tú nærkast børnum á ella við vegin
• tá tú nærkast hestum, neytum ella øðrum djórum á vegnum
• tá tú nærkast veg-arbeiði
• tá tú nærkast einum øki, har ferðsluóhapp hevur verið
• áðrenn jarnbreytar-yvirskering
• um útsýnið er skert av einari ella aðrari orsøk

Alkohol
• Ikki er loyvt at koyra, um tú hevur eina promillu yvir 0,2, sum svarar til meir enn 0,25 mg/l
luft, tú andar út. Heldur ikki er loyvt at hava eina promillu undir 0,2, um tú ert innblandaður í ferðsluóhapp ella koyrir ótrygt.
• Tú hevur ikki loyvi at lata ein ávirkaðan persón koyra bil.
Tað kann verða eins vandamikið, at inntaka medisin og narko sum alkohol, og tað gerst enn meira vandamikið at koyra bil, um alkohol, medisin og narko verður blanda saman.
• Løgreglan kann til eina og hvørja tíð kanna teg fyri rúsevnir.

Vandaviðurskifti við vegirnar
• Umstøðurnar fram við vegnum: t.d. bygningar, vøkstur, skógur ella hagi fram við vegnum(t.d. kunnu mold og fallin bløð gera vegin hálan)
• Hvussu vegurin er útgjørdur ella vegastig sum t.d. breiddin á akbreytini, áleggingin ella strikur. Tað kann eisini vera bungur, gongubreyt , súkklubreyt, gonguteigar ella gøtuljós.
(til evnið ”Hvussu vegurin gongur” koma ofta myndir, har gongubreyt ella súkklubreyt manglar. Har skalt tú verða serliga ansin um, hvussu vegurin er útgjørdur, ella hvat manglar á vegnum)
• Hvussu vegurin gongur sum t.d. krossvegur, rundkoyring, sving, brekkur, jarnbreytarmót ella smalkandi vegur.
• Hvat vegurin verður brúktur til sum t.d. ferðsluslag, og ferðslutættleiki. Her hevur tað týdning, um vegurin gongur fram við skúla, farstøð, handilsmiðstøð ella tílíkum.
• Vegslag ella flokkur sum t.d. motor- ella motorferðsluvegur, nógv nýttir vegir ella ferðslusaneraðir vegir.

Tekin frá løgreglu
• Tá tú sært bringu og baki á løgreglufólki, so skalt tú steðga, óansæð hvørja støðu armarnar hava.
• Tá tú koyrir tann vegin, sum armarnar hjá løgreglufólkinum vísa, so merkir tað tað sama sum grønt ljós. At løgreglufólkið heldur armarnar upp merkir, at øll skulu steðga í krossinum.

bergur-300x237
At yvirhála
• Tú skalt yvirhála onnur akfør vinstrumegin, men er tann, ið koyrir frammanfyri teg, í ferð við ella ger hann seg til at snara til vinstru, skalt tú yvirhála høgrumegin. Í eini slíkari støðu er loyvt at fara út um óbrotnu jaðarastrikuna, um ikki breytin høgrumegin er merkt sum ein serlig breyt, t.d. súkklubreyt.
• Forboðið er at yvirhála frammanfyri og á jarnbreytarmóti.
• Ikki yvirhála áðrenn ella á fótgangarateigi
• Tú mást ikki yvirhála áðrenn/í eini brekku ella í einum svingi, har tú ikki hevur gott útsýni.
• Tú mást ikki yvirhála áðrenn/í einum vegkrossi, uttan so, at fleiri banar eru

Tú kanst yvirhála
• um útsýnið er 100 % á ølum yvirhálings-strekkinum
• um tvær ella fleiri farbreytir eru í rættninginum tú koyrir og ein hindursstrika skilir breytirnar, so mótkoyrandi ikki kunnu fara um strikuna
• um tað eru tvær breytir i einum krossvegi við ljóskurv, kanst tú yvirhála høgrumegin akfarið, sum er í ferð við at snara til vinstru

Møti
Tú hevur treytaleysa víkiskildu,
• tá hávatenn eru
• tá skelti er sum vísir, at tú hevur treytaleysa víkiskildu(trýkantur við spíðsinum niðureftir)
• tá steðgiskelti er
• tá tú koyrir inn í rundkoyring
• tá tú krossar gongubreyt, -súkklubreyt, -fer inn í ella út úr bilhúsi ella privatum økjum, -fer til ella frá parkeringsøki, bensinstøð, skervvegi ella tá tú kemur frá heilt smáum ótýðandi síðuvegum(evt klæddir við flisum)
• tá tú fer úr gongugøtu, uppihalds- og spæliøki

Høgra víkiskilda merkir, at tú skalt víkja fyri øllum akførum, sum koma frá høgru síðu. Tó eru reglan um farbreytarskifti og flættireglar undantiknar.

Steðgur
• Tað verður roknað sum steðgur, um tú setur akfarið frá tær styttri enn 3 minuttir við ella uttan førara.
• Um steðgur verður gjørdur í samband við av- og áskipan, verður tað ikki roknað sum parkering, óansæð hvussu langa tíð tað tekur.
• Skelti, sum sum sigur at tað er ikki loyvt at steðga, hevur tvær diagonalar linjur
= 2 forboð.

Parkering
• Hvørja ferð eitt akfar stendur stilt, við ella uttan førara, i meira enn 3 minuttir, tó ikki í samband við av- og áskipan, so verður tað roknað sum parkering.
• Um steðgur verður gjørdur í samband við av- og áskipan, verður tað ikki roknað sum parkering, óansæð hvussu langa tíð tað tekur.
• Skelti, sum sum sigur at tað er ikki loyvt at parkera, hevur eina diagonala linju
= 1 forboð. (tó er loyvt at steðga)

Tað er ikki loyvt at parkera á hesum ómerktum støðum
• Í vinstru síðu á vegnum, tó undantikið vegir har lítil ferðsla er ella einsrættaðir vegir
• Á gonguteigi, á súkklubreyt, á miðøksl, við ”helleanlæg”, á ”spærreflade” ella líknandi og vannliga ikki á gongubreytini
• Á gonguteigi ella nærri enn 5 metrar frammanfyri ein gonguteig
• Nærri enn 5 metrar við útkoyring á súkklubreyt
• Á krossvegum ella nærri enn 5 metrar frá fyrsta jaðaranum á tvørgangandi vegnum ella súkklubreytini(í parkeringsbásum er parkering tó altíð loyvd)
• Nærri enn 5 metrar fra at hindursstrikan byrjar við krossin
• Við síðuna av hindursstrikuni, um minni enn 3 metrar eru millum bilin og hindursstrikuna, og eingin brotin strika er høgrumegin hindursstrikuna
• Ájarnbreytarumløgu ella aðrari umløgu
• Á eini brúgv tvørtur um motorveg, undir eini brúgv ella í einum tunli
• Á ella tætt við eina brekku
• Í vegsvingi, har vánalig útsýni er
• Um parkeringin fjalir ferðsluskelti ella signalir
• Á klivbreyt
• Á plássum, merkt til hýruvognar
• Á parkeringsbásum fyri avlamin
• Á øllum tí merkta økinum við busssteðgipláss. Er eingin merking á kantsteinunum, skalt tú í minsta lagi standa 12 metrar framman fyri ella aftan fyri steðgiskeltið. Er kantsteinurin merktur við gulum, er ikki loyvt at parkera.
• Á motorvegi
• Á motortrafikvegi

Á øðrum støðum er einans parkering forboðin, hóast tað ikki er merkt:
• Nærri enn 30 metrar frá einum jarnbreytarmóti
• Út fyri inn- og útkoyring til ogn ella soleiðis, at tað er trupult at koyra til og frá ognini
• Á høvuðsvegi við tætt bygd umráði
• Við síðuna av øðrum akfari, ið stendur við vegjaðaran, tó ikki um tað eru súkklur og prutl á tveimum hjólum, eins og motorsúkklur uttan síðuvogn.
• So nær at øðrum akfari, at ikki slepst til tað ella avstað við tí.
• Út fyri brandkranum

Hetta hoyrist ofta í teoriroyndum
• Tá tú fert avstað frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vinstru ella høgru,mást tú ansa eftir blindum vinklum

• Ferð
Tú skalt fylgja lógunum um ferð, og ikki koyra skjótari enn ávísingin á skeltinum sigur.
Tú skalt koyra 50 km/t í fjølbygdum økjum, tá viðurskiftinu loyva tí. Set ferðina niður, tá tú nærkast vegkrossi uttan ferðsluljós. Koyr umleið 5-10 km/ t, um tú hevur høgru víkiskildu, og koyr umleið 30 km/t, um ferðslan frá síðuvegnum hevur treytaleysa víkiskildu. Ver sera ansi, um tú sært børn, gomul, avlamin og skúlapatruljir.

• Vegtakið
Vegtakið er vánaligt, tá ið vegurin er hálur , t.d. tá ið kavi ella sandur er á vegnum – og vegtakið kann eisini verða vánaligt, tá ið vegurin er vátur. Skuggar og bløð frá trøum økja vandan fyri, at vegurin gerst hálur. Um summarið kan mold, grús, smá-steinar ella olja gera vegin hálan.

• Plasering á vegnum
Halt teg so langt til høgru sum gjørligt orsakað av súkklarum, knallertum, parkeraðum akførum og fólki til gongu. Halt teg i høgru akbreyt, og nýt einans vinstru akbreyt, um tú skal yvirhála ella koyra framvið.
Koyr í miðjuni av avmerktu akbreyt.
Um tú nærkast einum bakka ella einum truplum vegsvingi, halt teg so út til høgru síðu, um tú ert á smølum vegi.

• Vinstrasving
Bíðja eftir mótkoyrandi ferðslu. Byrja ikki svingið, um nøkur yvamál eru.
Ansa eftir mótkoyrandi, ljóssignalum og fólki til gongu á síðuvegnum, tú ætlar tær at svinga inn á.
Minst til: Ger stór vinstrasving og lítil høgrasving.

• Høgrasving
Halt teg til høgru, men ansa eftir súkklum og knallertum. Hóast tú hevur grønt ljós, so ansa eftir høgru síðu aftureftir, áðrenn tú vendir til høgru.
Um tú heldur av fyri fólki til gongu, áðrenn tú vendir, so mást tú ikki sperra súkklubreytina.

• At yvirhála
Tryggja tær – við gjølligari kunning – at tað er trygt at yvirhála.
Er nóg góð tíð, nóg gott sýni og nóg mikið av plássi?
Eru forðingar fyri framman?

• Børn
Minka um ferðina og øk um fjarstøðuna, tá tú sært børn sum t.d. renna, spæla ella súkkla. Børn kunnu hava ”impulsiva” atferð.

• Strikur
Gular akbreytarstrikur o.a. verða nýttar til at stýra ferðsluni fyribils, t.d. í sambandi við vegarbeiði, og tá eru tær galdandi í staðin fyri hvítu strikurnar. Men steðgi-strikur við vegkross ella gonguteig skulu framhaldandi galda, um ongar gular strikur eru har.

• Á motorvegi skalt tú ongantíð:
Venda, bakka, steðga ella parkera. Tað er einans loyvt at steðga við eina neyðtelefon, um tú skalt ringja eftir hjálp. Í slíkari støðu skalt tú royna at steðga uttanfyri akbreytina. Neyð-breytin er bert til sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar og t.d. bilar við álvarsligum trupulleikum.

• Tilkoyring við farbreytarskifti- soleiðis gert tú:
-tillaga ferðina, so hon hóskar til longdina á tilkoyringarbreytini, til mót-ella undanbrekkuna og til ferðsluna annars. Koyr inn, har breytirnar renna saman( við flætting skal tú ikki koyra tvørturum nakra striku). Minst til at hyggja i spegilin, hygg í blindar vinklar og blinka í góðari tíð.

• Trygg ferðsla
Hjálp til við at fáa ferðsluna at koyra á tryggan hátt.
Øk ferðina skjótt til ”loyvdu ferð”, men koyr eftir umstøðunum(ansa eftir ringum sýni, vindi osv.). Yvirhála lastbilar, traktorar og bussar um møguligt, men yvirhála ikki, um ferðin á hesum akførum er meira enn tú sjálvur koyrir.

• Støddin á bilinum
Hægst loyvda støddin á einum bili, við ella uttan tilhoyr, er: 12 metur langur, 4 metur høgur og 2,55 metur breiður.

• Vandaviðurskifti
Tá tú ert í ferðsluni, skalt tú altíð hava fyrilit og ansa væl eftir, at tú ikki ert til vanda ella ampa fyri onnur, ella at tú skaðar onnur, og tú skalt eisini ansa eftir, at tú ikki uttan orsøk forðar ella órógvar ferðsluna.
• Í ávísum førum slepst illa undan at koma í vegin fyri onnur, og tá eigur tú at tryggja tær, at tú ert ikki ”til óneyðugan ampa”. Tað kann t.d. vera, tá ið tú fert avstað frá vegjaðara, tá ið tú skiftir farbreyt, ella um tú noyðist at bremsa brádliga.
• Ver ongantíð til vanda fyri onnur í ferðsluni 

Góða eyðnu við ástøðisroyndini.

———————————————

Ger teg kláran til koyriroyndina.

Biltøkni í samband við koyriroyndina.

Koyriroyndin nærkast, og undir royndini er næmingurin bilførari fyri fyrstu ferð, og skal tí eisini kunna kanna um bilurin er í ansvarligum og lógligum standi.

Kontrol av bili:
Áðrenn royndina kann man blíva biðin um at kanna nøkur ting við bilinum, um tey eru í ordan, og tað skula tit duga uttanat. Vit gjøgnumganga tað saman í bilinum eisini.

Lógarkrav til róðurgreiðir:

Bilurin skal vera: LÆTTUR AT STÝRA, TRYGD OG SKJÓTT.
Róðrið kann snarast, uttan at tað kennist tungt, ójavnt ella ljóðar undarligt.
Flest bilar hava tannstongstýring, og tað skal einki slør vera.

bergur-300x237

Ov nógv slør má ikki verða í stýriskipanini sum heild ella í einstøkum partum av henni. Hevur bilurin servostýring, skula tit duga at síggja um løgurin í servotanganum er ímillum min/max merkini. Bilar við eletriskari servostýring hava kontrolljós sum sigur frá um feilur er í skipanini.

Lógarkrøv til bremsur:


bergur-300x237

Bilar skula hava bremsur í virka á øll hjól og sum við allari ferð og vekt kunnu bremsa bilin á ein: TRYGGAN, SKJÓTAN OG VIRKNAN HÀTT.

Fótbremsan: 2 streingja bremsur, sum bremsa bilinum TRYGT, SKJÓTT OG VIRKSAMT við allari ferð og last (vekt).

Neyðbremsan: Skal bremsa bilinum TRYGT OG VIRKSAMT um fótbremsan svíkjur.

Hondbremsan/Parkeringsbremsan: Skal verða mekanisk og skal halda bilinum á vegi við halli, hon skal kunna standa “Tilspent í lás” og virka uppá 2 hjól á sama aksli.

Kontrol av bremsum:

Bremsupedalurin skal hava 1 cm frígongd í ovastu støðu, tó uttan nakað slør, og hann skal hava skriðsikkurt gummi á.
Pedalurin má ikki fara meira enn helvtina niður, hóast tú traðkar hart og skjótt á hann. Pedalurin skal kennast fastur og ikki fara longur niður, meðan hann verður hildin niðri við jøvnum trýstið.
Reyð lampa merkir feil í bremsuskipan, og vit skula ikki koyra víðari.
Flestu bilar hava í dag ABS-bremsur, og lýsur ávaringarlampan um feil í skipanini, merkir tað at tað er ólóligt at koyra víðari.
Bremsu- ella vakum forsterkari:
Bremsuforsterkarin ger tað munandi lættari at bremsa bilin. Hann verður kontrolleraður við at tú við sløktum motori pumpar bremsupedalin ca. 6-8 ferðir, til vit føla at bremsupedalurin blívur harður at trýsta á. So seta vit motorin í gongd, ímeðan vit halda á bremsupedalina, og so skula vit føla at pedalurin søkkur niður. Ger hann tað, er forsterkarin í lagi.
Bremsuløgurin skal vera ímillum min. og max. merkini.

Høvuðskrav til dekk og stoytdoyvara:
Tað skal vera sama typa av dekkum á øllum hjólum, tó ikki neyðugt at dekkini eru sama merkið.
– Radialdekk, sum eru tey mest vanligu (Summar- vetrar- ella heilársdekk)
– Diagonaldekk
– Píkadekk, sum bert eru loyvd at nýta frá 16. oktober til og við 30. apríl.
– Frá 1. dec til 30. apríl er ikki loyvt at koyra við summardekkum tá vandi er fyri hálku. Mynstrið skal verða í minsta lagið 1,6 mm.

bergur-300x237

Nøkur dekk eru ætlað at mala ein ávísan veg, og hava tá ein píl við tekstinum “ROTATION” á síðuni á dekkinum, sum vísur hvønn veg dekkið skal mala. Vit skula duga at síggja at dekkið er rætt ásett, so tað fylgir pílinum.

bergur-300x237

Dekk og felgur skula verða heil og uttan skaða. Dekktrýstið, sum vit m.a. finna í instruktiónsbókini, skal vera sum bilframleiðarin fyriskrivar.
Høvuðsmynstrið skal vera í minsta lagi 1,6 mm djúpt, og kann avlesast á slitindikatori í dekkmynstrinum.

bergur-300x237

Stoytdoyvarar, sum skula verða á øllum hjólum, hava til uppgávu at steðga fjaringini, so bilurin ikki blívur við at danda (Max. 2 ferðir). Teir gerða at vit hava betur vegtak.

Lyktir, endurskyn og floyta.

Lyktir skula verða parvís eins í skapi, farvu og styrki. Tar skula verða heilar, reinar og perurnar skula sita rætt í.

Kravd ljós og endurskyn:

2 støðuljós(Parkeringsljós), sum uttan at blenda skula síggjast minst 300 m. (Bert nýtast við steðg og parkering)

2 nærljós, sum skula upplýsa vegin minst 30 m, uttan at blenda. Tey skula verða assymetrisk til høgru og hava 1% fall.

bergur-300x237

2 fjarljós, sum upplýsa vegin minst 100 m fram.

2 reyðar baklyktir, sum skula síggjast 300 m.

3 bremsuljós, sum skula lýsa munandi sterkari enn bakljósini. Eldri bilar kunna hava 2 baklyktir.

1 nummarplátuljós aftan, hvítt og nr. plátan skal kunna lesast uppá 20 m frástøðu (eisini í myrkri)

2 reyð endurskyn aftan, sum ikki kunna verða trýkantað.(trýkantað eru til viðfestisvognar).

6 blunkljós, sum blinka við gulum ljósi 1-2 ferðir um sek. og síggjast týðuliga, eisini í sterkum sólarljósi. Tað skula verða 2 framman, 2 aftan og eitt á hvørjari síðu. Ein kontakt skal eisini verða sum tendrar øll blinkuljósini í senn (ávaringarblinkljós).

Bilar skula um dagin koyra við nærljósi ella serligum koyriljósi.

Myndin: Serlig koyriljós
bergur-300x237

Ì lyktatendringstíðini, sum eisini kann verða um dagin, skal tó minst nærljós verða tendrað.

Floyta: Skal hava ein kláran, støðugan tóna, og kann bert nýtast til at fyribyrgja vanda.

Skrokkur, motorur og útstoyt:

Skrokkurin skal verða uttan hvassar kantar (av skaða ella tering).
Motorurin skal ikki geva óneyðugan larm ella royk frá sær, og vera uttan olju ella veskulekar.
Ùtstoytið skal verða tætt og sita fast.

MINST TIL AT HAVA PASS VIÐ TIL KOYRIROYNDINA


Komandi skeiðir

2018:
9. januar kl 17:00
27. mars kl 17:00
7. august kl 17:00
2. oktober kl 17:00

Komandi skeið
Skeiðini altíð full
Skeiðini hjá Koyr.fo eru altíð full, og av somu orsøk er at skunda sær at melda til.
© 2017 Koyr.fo Sniðgivið hava FM-Graphic - Forritað hevur Torleif Joensen