Fyrstahjálp

Fyrstahjálp í ferðslu
Við gildi frá 1. august 2013, hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum sett í gildi reglur í § 21a og fylgiskjali 8, í koyrikortkunngerðini (K.nr. 129/2018) um fyrstuhjálp í ferðsluni.

Tey sum á fyrsta sinni ogna sær eitt koyrikort, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Sama ger seg galdandi fyri persónar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D og útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning. Tey sum skulu taka koyrikort til bólk AM (lítið og stórt prutl)skulu hava lokið skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um koyrikortiðynskist útgivið áðrenn umsøkjarin hevur fylt 18 ár.

Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni skal vera fyriskipað av lærara, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd og fevnir um frálæru í 8 tímar, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni. Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, skrivarlærarin eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað frá Dansk Førstehjælpsråd. Akstovan skal hava oyðublaðið, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni, tó hálvtannað ár tá umsókn um koyrikort til bólk AM verður latin Akstovuni.

Hetta merkir, at tey sum taka koyrikort á fyrsta sinni eftir 1. august 2013, skulu hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni, fyri at kunna sleppa til teoretiska og verkliga koyriroynd.

Somuleiðis skulu tey, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkararnar B (vanligan bil) og D (buss) og koyrilæraragóðkenning, saman við umsókn um koyrikort, lata Akstovuni skeiðsprógv við váttan um fyrstahjálp í ferðsluni, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt